Um okkum

Skalt tú forkela familjuna, halda føðingardag ella hugna tær við vinunum, so kunnu vit vissa teg um, at tú fært altíð eina hugnaliga løtu í snøggu hølunum hjá Angus Steakhouse í Havn og Klaksvík. 

Angus læt upp í 2015 og í 2020 tók Pf. SMS yvir. Síðan byrjan hevur Angus verið staðið, sum føroyingar velja, tá ið teir skulu hava ein góðan búff ella leskiligan burgara fyri ein rímiligan prís. Miklagarður veitir kjøtið, sum altíð boðar frá bestu góðskuni. 

Í 2021 vórðu bæði Angus í Havn og Klaksvík umvæld, so hølini gjørdust meiri tíðarhóskandi. Føroyska listin á veggjunum eru við til at gera upplivingina til eina heildaruppliving fyri allar sansir. Tú fært sama góða prís og góðsku, sum altíð, tó við uppaftur fleiri valmøguleikum á matskránni. 

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.